Norski Harald kongur hevur í dag verið undir skurð og fingið ein kvikil.
Norska kongshúsið upplýsir, sambært Ritzau, at hann hevur tað gott eftir umstøðunum.
87 ára gamli kongurin er í løtuni innlagdur á ríkissjúkrahúsinum í norska høvuðsstaðnum Oslo, har hann skal verða nakrar dagar afturat.
Tað var síðst í februar, at kongurin gjørdist sjúkur og inlagdur við infektión í Malaysia, har hann og Sonja drotning ferðaðust. Áðrenn hann varð fluttur heim til Noregs fekk hann ein fyribils kvikil, sum skuldi gera heimferðina tryggari. Men nú er hann so skiftur út við einum fastan kvikli, eitt tól, ið stýrir hjartaslátti.
Seinastu árini hevur harald kongur verið innlagdur fleiri ferðir, og í vetur varð hann eisini sjúkrameldaður við sjúku í andaleiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald