Uttanlands

Norski kongurin fingið staðfest koronu

85 ára gamli Harald kongur er nú sjúkrameldaður – Hann hevur verið innlagdur fleiri ferðir seinastu árini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-23 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin varð 85 ára gamli Harald kongur av Noregi staðfestur positivur fyri koronu.

Upplýst verður, at kongurin hevur mild sjúkueyðkenni, og at hann verður sjúkrameldaður komandi dagarnar. Í meðan fer Haakon krúnprinsur at yvirtaka uppgávur hansara, skrivar Ritzau.

Norski kongurin hevur verið innlagdur fleiri ferðir seinastu árini. Millum annað varð hann eisini sjúkrameldaður síðst í januar mánað við krímlíknandi sjúkueyðkennum. Tá varð hann tó staðfestur negativur við koronukanning, og varð hann meldaður frískur aftur 9. februar.

Bæði Harald kongur og 84 ára gamla Sonja drotning hava fingið tríggjar koppsetingar fyri koronu – tann seinasta var í november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder