Uttanlands

Norski kongurin innlagdur

Harald kongur varð innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo tíðliga í morgun – Hann er innlagdur við andatrong, men tað er ikki korona sum er orsøkin

Harald kongur

Harald kongur

2020-09-25 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norski Harald kongur er vorðin innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo, upplýsir norska kongshúsið.

83 ára gamli kongurin er innlagdur við andatrongd, men korona er útilokað, verður sagt.

Sambært VG vórðu í morgun fleiri sjúkrabilar og bilar til lívverjur at síggja uttanfyri Bygdø Kongsgård, sum verður nýttur sum summarbústaður hjá norsku kongafamiljuni. Stutt eftir fóru hesi akførini víðari til norska ríkissjúkrahúsið.

Sambært Ritzau, varð kongurin eisini innlagdur í januar í eina viku. Tá varð hann innlagdur fyri svimbul. Í desember varð hann eisini sjúkrameldaður, og sambært soni hansara, Haakon krúnprinsi, var orsøkin ein virussmitta.

Harald gjørdist kongur, eftir at pápi hansara, Olav, doyði í 1991.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder