Uttanlands

Norski kongurin innlagdur

Hann verður á sjúkrahúsinum í nakrar dagar, har hann fær viðgerð fyri eina infektión – Seinastu árini hevur 86 ára gamli kongurin fleiri ferðir verið innlagdur

Harald kongur (Mynd: EPA)

Harald kongur (Mynd: EPA)

2023-05-08 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norski Harald kongur er innlagdur á sjúkrahúsi við einari infektión.

Kongurin er sjúkrameldaður og skal verða á norska ríkissjúkrahúsinum í nakrar dagar, upplýsir norska kongshúsið í dag sambært Ritzau.

86 ára gamli norski kongurin var eisini innlagdur við infektión í desember, og hevur hann annars verið innlagdur fleiri ferðir seinastu árini.

Fyrst í 2020 varð hann innlagdur fyri svimbul. Hann varð útskrivaður nakrar vikur seinni. Sama ár varð hann innlagdur og skurðvigðjørdur í hjartanum, har hann fekk eina nýggja hjartaloku. Í 2021 varð hann skurðviðgjørdur í beininum, og í mars í fjør fekk hann staðfest koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder