2024-02-27 17:47

Harald kongur er innlagdur á sjúkrahús í Malaysia. Tað skrivar norska kongshúsið í tíðindaskrivi.
Kongurin er innlagdur við infektión, og fær viðgerð av bæði malaysiskum og norskum læknum.
87 ára gamli kongurin ferðaðist í Malaysia, tá hann gjørdist sjúkur. Seinastu árini hevur Harald kongur verið innlagdur fleiri ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald