Uttanlands

Norski staturin saksøktur

Veðurlagsfelagsskapirnir Greenpeace og Natur og Ungdom hava saksøkt norska statin

2023-06-29 14:32 Author image
Hildur Egilsdóttir
placeholder

Søksmálið kemur, aftaná at norski staturin hevur góðkent ætlanir um útbygging og rakstur av nýggjum oljuøkjum í Norðursjónum.

Tað skrivar NRK her.

Rættarmálið verður eitt framhald av øðrum rættarmáli, sum var fyri rættinum í trimum umførum í árunum 2017 til 2020.

Hóast úrslitið tá var til fyrimunar fyri norska statin, vilja veðurlagsfelagsskapirnir og onnur vera við, at dómurin eisini staðfesti, at staturin hevur nakrar grundleggjandi skyldur í mun til veðurlags- og umhvørvismál.

M.a. hevur norski staturin ikki bara rætt, men eisini skyldu til at við atliti at veðurlagi og umhvørvi at nokta nýggjum oljuøkjum.

Harafturat hevur staturin skyldu at kanna globalu veðurlagsávirkanina av nýggjum oljuøkjum, áðrenn tey verða góðkend.

Greenpeace og Natur og Ungdom siga, at norska stjórnin eigur at hugsa um komandi ættarlið í avgerðum, sum snúgva seg um at útvinna meira fossila orku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder