Norski staturin hevur selt øll síni 37,8 milliónir partabrøv í SAS. Hetta svarar til áleið 10% av partabrøvunum í felagnum.
Sambært NRK eru partabrøvini seld til ein ókendan keypara. Keyparin er norskir og útlendskir íleggjarar. Teir hava keypt partabrøvini til kurs 17,25 svenskar krónur. Tað er ein bruttovinningur á áleið 450 milliónir krónur.
Partabrævagreiningarstjórin í Sydbank, Jacob Pedersen, heldur, at sølan fer at gera SAS meiri liðiligt.
- Har verða færri áhugamál, og felag verður fyriskipanarliga skjótari, kvikari og liðiligari til at taka avgerðir og at føra tær skjótt til lívs. Hetta er týdningarmikið í royndini hjá SAS at kappast við onnur flogfeløg, sigur Jacob Pedersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald