Norski verjumálaráðharrin, Odd Roger Enoksen, hevur í dag boðað frá, at hann leggur frá sær, eftir tað er komið fram, at hann hevur havt kynsligt samband við eina nógv yngri kvinnu.
Í telduposti til norsku tíðindastovuna NBT skrivar hann, at hann harmast um tey, sum hann hevur sært, og hevur hann framt fleiri skeivar gerðir og tikið fleiri skeivar avgerðir, sum hann biður um umbering fyri.
Ritzau endurgevur norska VG, sum sigur, at unga kvinnan var 18 ár, og Odd Roger Enoksen var 50. Hann var fyrrverandi floksleiðari, og hon var ein skúlanæmingur við áhuga fyri politikki.
Hóast Enoksen harmast um sambandið millum hann og kvinnuna, vísir hann aftur, at hann skal hava misnýtt sítt starv.
Hann ásannar, at hann ikki átti at havt samband við kvinnuna, sum hann fyrst hitti á samkomu í 2005, og seinni hittust tey aftur, tá hon var á skúlaútferð í Stortinget. Tó sigur hann, at talan ikki var um eina støðu, har hann hevði vald yvir hana.
Tá hetta hendi var Enoksen 50 ár, og í dag er hann 67.
Kvinnan, sum Enoksen var saman við, sigur hinvegin, at hendingarnar hava havt stóra ávirkan á lív hennara seinastu 15 árini, og at hon hevur kent skomm og skuldarkenslu, samstundis sum hon óttaðist, at eingin fór at trúgva henni.
– Tað er ikki rætt, at eg skal ganga við hesum, tá hann hevur brúkt vald sitt og sína støðu fyri at fáa tað, hann vildi. Tað átti hann ikki at gjørt, og eg vil hava hann at taka skuldina á seg, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald