placeholder
Uttanlands

Norskir myndugleikar ávara móti at fara til Føroyar

Smittan í Føroyum verður roknað at vera oman fyri 200 pr. 100.000 innbúgvar – markið fyri at lond koma á reyðalistan, er 20

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-11 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norsku heilsumyndugleikarnir, Folkehelseinstituttet, mæla nú norðmonnum frá at ferðast til Føroyar. Føroyar er landið við nógv flestu smittutilburðum av teimum londum, sum Folkehelseinstuttet nú mælir til koma á sokallaða reyðalista.

Folkehelseinstituttet dagførdi í gjár listan, og mælir nú til, at at fimm lond umframt Føroyar, og fleiri landslutir í Svøríki og Danmark, ”gerast reyð”.

Talan er um eina meting, sum Folkehelseinstuttet ger aðru hvørja viku, har smittustøðan í londunum innan ES, EBS og Schengen-økið verða mett. Tað er norska stjornin, sum avgerð um ferðing verður loyvd til og úr hesum londum, men avgerðin verður tikin við støði í metingini hjá Folkehelseinstituttet, á mannamunni kallað FHI.

FHI mælir nú til at seks lond, herundir Føroyar koma á reyðalista umframt seks økir í Svøríki og tvey í Danmark, tí at tað hesa seinastu tíðina hevur verið ein munandi øking av koronasmittu í hesum londum og økjum.

Mælt verður til, at fólk sum koma úr hesum londum og økjum verða sett í karantenu. Tølini í klombrum er talið av smittutilburðum pr. 100.000 fólk seinastu tvær vikurnar: Kýpros (20,1), Poland (23,0), Ísland (25,4), Niðurlond (32,5), Malta (58,6) og Føroyar (205,4).

Og hesi økir í Svøríki: Värmland (20,2), Uppsala (23,9), Dalarna (26,8), Östergötland (28,1), Blekinge (29,5) og Örebro (29,8) og hesi økir í Danmark: Sæland (tó ikki høvuðsstaðarøkið) (26,5) og Miðjútland (42, 3).

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder