Uttanlands

Norskir prestar skulu samstarva við kvinnuligar starvsfelagar

Ovasti biskupur í Noregi hevur tikið avgerð um, at allir nýggir prestar skulu spyrjast um teir kunnu samstarva við kvinnuligar starvsfelagar - kunnu teir ikki svara ja, mugu teir finna sær annað starv

Nidarósdómurin í Tróndheimi

Nidarósdómurin í Tróndheimi

2022-07-27 16:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samstarv við kvinnuligar starvsfelagar verður nú sett sum treyt til allar prestar, sum verða settir í norsku kirkjuni. Tað skrivar NRK við blaðnum Vårt Land sum keldu.

Tað hevur ovasti biskupurin í norsku kirkjuni, Olav Fykse Tveit, boðað frá. Fykse Tveit er sokallaður preses, tað er ovastin á norska biskupsfundinum.

Her setir Olav Fylse Tveit orð á ávgerðina

Í Noregi verður kjakast í kirkjuni um “sameksistens” við kvinnuligar prestar, men við nýggju fráboðanini verður gjørt greitt, at nýggir prestar, sum skulu setast í embæti skulu spyrjast, um teir kunnu samstarva við kvinnuligar prestar. Um teir ikki kunnu svara ja, so mugu teir finna sær annað starv.

Teir núverandi prestarnir, sum ikki vilja samstarva við kvinnuligar starvsfelagar, verða tó ikki umfataðir av sama kravi.

NRK skrivar, at av teimum umleið 1.200 prestunum í Den norske kirke, er tað í mesta lagið 20 til 30 prestar, sum ikki kunnu samstarva við kvinnuligar starvsfelagar.

Nýggja fyriskipanin kemur eftir eina niðurstøðu á biskupsfundinum í 2020 um, at tað ikki longur eigur at vera møguligt at skáka sær undan at samstarva við kvinnuligar prestar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder