Uttanlands

Norskt flogfelag farið á húsagang

Flogfelagið Flyr mátti geva upp eftir hálvtannað ár á marknaðinum

2023-02-01 15:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska flogfelagnum Flyr varð ikki langt lív lagað. Í dag boðaði tingrætturin í Oslo frá, at felagið er farið á húsagang.

Harvið eru 407 starvsfólk, sum ikki longur hava arbeiði, skrivar miðilin E24.

Í fráboðanini frá rættinum framgongur, at Flyr hevur eina skuld á 2,44 milliardir norskar krónur, umleið 1,7 milliónir danskar.

Fyrr í vikuni kom fram, at felagið ikki megnaði at fáa peningin til vega, sum skuldi til fyri at halda lív í felagnum, skrivar Ritzau.

Erik G. Braathen, vinnulívsmaður, stovnaði Flyr í 2020, og felagið byrjaði at flúgva á sumri 2021. Felagið átti fleiri Boeing 737 flogfør, sum hava flogið innanríkis í Noregi, men eisini til Keypmannahavnar , Brelin og Brússel umframt fleiri frítíðarbýir í Spania, Fraklandi, Italia, Eysturríki, Sveits og Kroatia.

Erik G. Braathen  var frá 1989 til 1999 stjóri í táverandi norska flogfelagnum, Braathens, sum pápi hansara, skipsreiðarin Ludvig G. Braathen stovnaði í 1946. Í 2004 varð Braathens lagt saman við norska partinum av SAS.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder