Uttanlands

Norskt skip álopið av sjórænatum – níggju av manningini tiknir gíslar

Hendingin fór fram út fyri Contonou í vesturaftrikanska landinum Benin

MV Bonita (Mynd: jjuc.no)

MV Bonita (Mynd: jjuc.no)

2019-11-04 13:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin varð eitt norskt farmaskip tikið av sjórænarum út fyri Contonou í vesturafrikanska landinum Benin.

Ugland Rederi eigur skipið MV Bonita. Níggju av manningini – allir av Filipsoyggjum – vórðu tiknir fanga, og eru nú fluttir av skipinum, skrivar nrk.no.

Reiðaríið skrivar á heimasíðu síni, at resgin av manningini framvegis eru umborð á skipinum og at tey hava tað gott.

Seinastu árini hava fleiri tilburðir við sjórænarum og ræningum av skipum verið fram við strendrunum í Vesturafrika. Norska krígstryggingin veit at siga, at higartil í ár eru 12 skip álopin í Guineaflógvanum.

Norska uttanríkisráðið váttar fyri NRK, at ongir norskir ríksiborgarar eru raktir av tilburðinum. Reiðaríið hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til hendingina, annað enn at vátta hana á heimasíðu síni. 

- Við atliti til manningina, ynskir Ugland ikki at siga meira um støðuna í løtuni, verður sagt í fráboðanini frá reiðarínum.

Bonita er 189 metrar long. Sagt verður, at sjórænararnir lupu á skipið, meðan tað lá fyri ýla uttan fyri havnabýin Contonou 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder