Ein krússararakett, skotin úr Jemen, hevur í nátt rakt norska tangaskipið Strinda í Reyða havinum, og eldur er í skipinum.
Tað upplýsti umboð fyri amerikanska verjumálaráðið í nátt, sambært Reuters.
Ongin mannaskaði stóðst av álopinum verður sagt. Sambært Bergens Tidende er øll manningin umborð úr India.
Amerikanska herflotaskipið Mason er til staðar, og hjálpir Strinda, sum var stødd 60 fjórðingar norðan fyri Bab el-Mandeb sundið, sum bindir Reyðahav saman við Adenvíkina.
Tað er Houthi-rørslan, sum stórt sæð hevur valdið í Jemen, og rørslan hevur hótt við at leypa á øll skip í Reyðahavi, sum hava kós móti Ísrael. Keldur siga, rakettálopið skal síggjast sum stuðul til palestinararnar í Gazageiranum, nú Ísrael er í kríggj við hernaligu Hamas-rørsluna.
Norska reiðaríið, J. Ludwig Mowinkels Rederi, eigur Strinda, sum siglir undir norskum flaggi. Enn er ógreitt, um skipið hevur tilknýti til Ísrael ella hevði kós móti landinum, skrivar Ritzau.
Ísrael hevur fordømt líknandi álop á onnur skip, og hevur sagt, at álopið fær avleiðingar fyri altjóða trygdina á sjónum. Herfyri varl skotið eftir trimum øðrum handilsskipum í Reyðahavi.
Í Vesturlondum bera tey ótta fyri, at houthi’ararnir, ið verða stuðlaðir úr Iran, nú kunnu elva til, at stríðið millum Ísrael og Hamas-rørsluna kann breiða seg til aðrar partar av Miðeystri, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald