Uttanlands

Norskur floksleiðari leggur frá sær

Viðgongur nú, at hann stjól einar sólbrillur í Gardemoen floghavnini fyri einum mánaði síðani

Bjørnar Moxnes her saman við Marie Sneve Martinussen, sum verður nýggjur leiðari í flokkinum Rødt (Mynd: Rødt)

Bjørnar Moxnes her saman við Marie Sneve Martinussen, sum verður nýggjur leiðari í flokkinum Rødt (Mynd: Rødt)

2023-07-24 15:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vinstravendi norski flokkurin, Rødt, skal hava nýggjan floksleiðara.

Núverandi leiðarin, Bjørnar Moxnes, meldaði seg sjúkan fyrr í mánaðinum, eftir at eitt vakmyndatól hevði avdúkað, at hann stjól einar sólbrillur í einum handli í Gardemoen floghavnini.

Í dag boðaði hann frá á Facebook, at hann tekur seg aftur sum leiðari fyri flokkin. Í uppslagnum viðgongur hann eisini, at hann stjól sólbrillurnar í Gardemoen.

- Eg gjørdi eitt mistak, og eg gjørdi tað bara verri við tí máta, sum eg royndi at handfara málið uppá, skrivar hann.

Flokkurin Rødt er ikki partur parlamentariska grundarlagnum hjá núsitandi stjórnini við Arbeiderpartiet á odda. Talan er um ein lutfalsliga nýggjan flokk, sum kom inn á stórting á fyrsta sinni í 2017 við einum tingfólki.

Í 2021 fekk flokkurin átta tingsessir. Til bæði valini var tað við Bjørnar Moxnes sum leiðara.

Á einum tíðindafundi, har Moxnes ikki var við, hevur flokkurin upplýst, at avloysarin verður Marie Sneve Martinussen.

Tá søgan um vakmyndirnar kom út á fyrsta sinni 30. juni, valdi Moxnes at melda seg sjúkan.

Í fyrstu atløgu var forkláringin frá floksleiðaranum, at hann var komin til at taka brillurnar við eitt mistak.

- Tá eg skuldi víðari, gloymdi eg í skundinum, at eg hevði tikið brillurnar við mær út úr handlinum, segði hann tá við blaðið VG.

Norska løgreglan hevði tó eina aðra fatan, skrivar Ritzau.

Á vakmyndunum sæst, at Bjørnar Moxnes tók einar Hugo Boss sólbrillur og royndi tær. Síðani setti hann tær upp á pláss aftur, áðrenn hann umbestemmaði seg og legði tær í viðførisvognin og gekk víðari rund áðrenn hann fór úr handlinum.

- Tað eri eg, ið havi ábyrgdina av, at eg tók sólbrillurnar. Ongin annar. Skrivar Bjørnar Moxnes í dag á Facebook.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder