Uttanlands

Norskur minusópari úr Føroyum til Hetlands

Á almennari vitjan í Lerwick fer manningin at leggja krans við minnisvarða í Scalloway frá øðrum heimsbardaga

2023-03-31 16:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Norski minusóparin Otra kom í gjár til Lerwick í Hetlandi, har alment hátíðarhald verður í dag fyri norska Nato-skipinum. Otra hevur seinastu dagarnar vitjað á Havnini saman við fleiri øðrum Nato herskipum. Skipið hevur venjingar í hetlendskum sjóøki og er partur av norðurflotanum hjá Nato. 

Uppgávurnar hjá hesum flotanum er at halda siglingarleiðirnar í Norðurhøvum opnar, um kríggj brádliga brestir á. 

Manningin á Otra skal í dag leggja ein krans við minnisvarða í Scalloway sum minni um seinna heimsbardaga. 

Tað eru serlig bond millum Hetland og Norra, nú oyggjarnar upprunaligu hoyrdu til Norra. Undir seinna heimsbardaga flýddu mangir norðmenn til Hetlands og hildu harfrá lív í mótstøðuni móti týska hersetingarvaldinum í Norra. 

Við hesi vitjan vilja norðmenn sum partur av Nato, eisini vísa sítt trúfesti móti øðrum Natolimum í hesum partinum av Atlantshavi - eins og teir gjørdu undir vitjanini í Føroyum herfyri. 

Kelda: Shetland Times

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder