Norska flogfelagið Norwegian metir ikki, at tað er ráðiligt at flúgva til Tel Aviv orsakað av krígnum í Gaza.
Tí avlýsir flogfelagið allar ferðir til altjóða flogvøllin í Ísrael fram til 24. oktober, upplýsir Norwegian fyri DR.
- Vit fylgja støðuni, og sum tað sær út í løtuni, halda vit, at støðan í og nærhendis Ísrael framvegis er ov ótrygg til, at vit halda at tað er ráðiligt at taka uppaftur vanliga flúgving til Tel Aviv.
- Og sum tað sær út í løtuni, meta vit heldur ikki, at tað eru útlit til at støðan í økinum fer at batna innan fyri hetta tíðarskeiðið. Skuldi støðan bradliga verið øðrvísi, taka vit sjálvandi málið upp til nýggja meting, skrivar flogfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald