Uttanlands

Norwegian gevur avlop aftur

Flutti næstan fimm milliónir ferðafólk seinasta ársfjórðing

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-08-25 09:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað merkist hjá norska flogfelagnum, Norwegian, at fólk eru farin at flúgva aftur eftir koronafarsóttina.

Felagið hevur í morgun kunngjørt roknskapin fyri annan ársfjórðing í ár, sum vísir eitt avlop á 1,2 milliardir norskar krónur. Felagið hevur flogið næstan fimm milliónir ferðafólk hetta tíðarskeiðið.

Til sammetingar flugu bert 380.000 fólk við felagnum sama ársfjórðing í fjør.

Við til søguna um góða úrslitið hoyrir ein afturgjalding á 2,1 milliardir norskar krónur fyri forskotsgjald í sambandi við keyp av flogførum. Uttan hesa afturrindan hevði verið talan um eitt hall, skrivar Ritzau.

Felagið hevur havt góðan regularitet hendan ársfjórðing, tí 99,4 av ætlaðu flogferðunum eru gjøgnumførdar. Eisini er nøgdsemið yvir, at 81,2 prosent av setrunum á flogferðunum eru seld henda ársfjórðingin.

Norwegian hevur avtalu við Boeing flogverksmiðjuna um at lata felagnum 50 flogfør í tíðarskeiðinum 2025 til 2028. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder