Uttanlands

Norwegian í álvarsligum fíggjarligum trupulleikum

Koronastøðan hevur rakt felagið hart og norska stjórnin vil ikki veita meira hjálp

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-11-10 07:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska láprísflogfelagið Norwegian hevur mist næstan 700 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi, og er sostatt hart rakt av koronakreppuni.

Tað kemur fram í roknskapinum fyri juli, august og september, sum varð almannakunngjørt í morgun.

Hetta stendur í stórari andsøgn til somu mánaðirnar í fjør, tá Norwegian hevði 1,2 milliardir krónur í avlopi.

Koronakreppan hevur rakt flogvinnuna hart. Ferðaavmarkingarnar hava havt við sær, at flestu flogførini hava staðið still.

Norski staturin vísti í gjár aftur at geva Norwegian kreppuhjálp, og hetta fekk felagið til at senda 1.600 starvsfólk heim fyribils.

Undan koronakreppuni hevði Norwegian yvir 10.000 fólk í starvi. Komandi mánaðirnar verður talið av starvsfólkum umleið 600.

Sambært Jacob Pedersen, greinara hjá Sydbank, stendur Norwegian nær eggini til húsagang.

- Tað at norska stjórnin sýtir fri at hjálpa merkir, at møguleikarnir fyri at bjarga felagnum fækkast, sigur hann við Ritzau og vísir á, at vandin fyri, at felagið fer av knóranum áðrenn hetta árið er av, er øktur.

Forstjórin í flogfelagnum, Jacob Schram, vísir eisini í roknskaparfrágreiðingini frá, at norska flogídnaðinum tørvar hjálp.

Í triðja ársfjórðingi flugu umleið ein millión ferðafólk við Norwegian. Sama tíðarskeið í fjør fleyg Norwegian við 10,5 milliónum ferðafólkum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder