Innanlands

Norwegian rakt av flogbanni

Felagið hevði 82.000 færri ferðandi í juli í ár, samanborið við juli í fjør

Eitt av Boeing 737 Max 8 flogførunum hjá Norwegian - Mynd: EPA

Eitt av Boeing 737 Max 8 flogførunum hjá Norwegian - Mynd: EPA

2019-08-06 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Boeing 737 MAX 8 og 9 flogførini hava síðani vanlukkurnar í Indonesia og Etiopia fyrr í ár ikki havt flogloyvi. Norwegian eigur 18 av hesum, og hetta hevur havt sína ávirkan.

Norwegian hevði seinasta mánað nakað færri ferðafólk enn í juli 2018. 3,7 millioner ferðandi vóru á flog hjá norska flogfelagnum. 

Fyri Norwegian, er væntandi at forboðið í 2019 fer at kosta 700 milliónir norskar krónir.

Søguliga hevur Norwegian havt vaksandi tøl, upplýsir felagið, ið eisini upplýsir, at 99,2 av túrunum hjá felagnum í farna mánaði vórðu gjøgnumførdar sum ætlað. Tó vóru bert 68,1 procent, ið fóru til tíðina. Hetta var orsakað av yviskipaðum seinkaðnum í evropeisku flogvallunum, og sambært Norwegian liggur alt hetta uttan fyri teirra tamarhald. Í høvuðsheitiunum letur norska felagið væl at gongdini.  

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder