Maðurin, sum broytti donsku ostaframleiðsluna frá at vera gerandisostar til eisini at verða gastronomiskir dygdarostar, sum kunnu klára seg í kappingum við bestu ostar úr útheiminum, eitur John Gynther.
John Gynther er stjóri fyri Arla Unika, sum ger marglætisostarnar fyri stóra danska mjólkarvirkið. Hann er eisini maðurin, sum fann út av, at góðir danskir ostar kunnu góðkast munandi um teir verða turkaðir í einum hjalli í Føroyum.
Komandi vikuskifti ger hann enn ein túr til Føroya í sambandi við at hann er við at rigga av sum leiðari í Arla Unika. Hann gevst á nýggjárinum, men heldur tó fram sum konsulentur. Í Føroyum verður hann við til eitt serligt ostakvøld, sum matstovan Fútastova í Havn skipar fyri komandi fríggjakvøld.
Tað vóru royndirnar við at turka danska svínaskinku, sum gav John Gynther íbásturin til at royna at turka ostar. Turkaðu ostarnir frá Arla Unika eru stundum at smakka herheima undir vørumerkinum ’Múlaostur’.
Les eisini: Føroyska náttúran ger nakað undursamt við ostar og kjøt
Á ostakvøldinum 8. november fer John Gynther at greiða frá teimum ymsu ostunum, sum matstovan fer at borðreiða við saman við góðum víni afturvið, áðrenn farið verður undir høvuðsmáltíðina, sum verður føroyskt tjógv.
’Uppdagingin’, sum John Gynter gjørdi við at heingja ein ost inn í gamla hjallin hjá Guttormi í Múla hevur ikki rættiliga fingið afturljóð frá altjóða ostakennarum. Sama er annars eisini við turkaðu skinkuni.
Av tí einføldu orsøk, at osturin einans kann smakkast í Føroyum. Okkara avtala við ES forðar okkum í at útflyta landbúnaðarvørur til ES-marknaðin, sum er tann størsti og mest týðandi fyri gastronomiskar ostar.
Les eisini: Hjalsbúnaðir ostar og turkaðar skinkur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald