Uttanlands

Notre Dame byggjast upp aftur innan fimm ár

Partar av kirkjuni eru farnir illa í ógvusliga eldinum í gjárkvøldið, men franski forsetin lovar skjóta uppafturbygging

Soleiðis sá út í Paris í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Soleiðis sá út í Paris í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2019-04-16 20:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað segði franski forsetin Emmanuel Macron í einari sjónvarpstalu í kvøld, skrivar Ritzau tíðindastovan.

Herviligur eldur herjaði í kirkjuni í gjárkvøldið og í nátt. Partur av kirkjuni er oyðilagdur, og nú bíðar stórt arbeiði at gera kenda Notre Dame í stand aftur.

Franskir ríkmenn og fyritøkur hava í dag latið stórar upphæddir til uppafturbyggingina. Fleiri enn 600 milliónir evrur, umleið 4,5 milliardir krónur - eru higartil latnar.

[object Object]Note Dame í dag (Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder