Tað finst eingin onnur donsk fyritøka, sum nær námind hevur so stórt marknaðarvirði sum Novo Nordisk skrivar TV2. Í gjár kundi felagið staðfesta eitt virði uppá 2500 mia. kr. Hetta hendir nú fyritøkan er komin á marknaðin við enn eini nógv eftirspurdari vøru, nevniliga Ozempic fyri klænking. Annars er fyritøkan mest kend fyri sítt slóðbrótandi arbeiði at framleiða diabetes heilivág.
So stór er henda heimsumfevnandi danska heilivágsfyritøkan, at hon nærkast donsku tjóðarúrtøkuni BNP, sum er 2800 mia. kr.
Sambært høvuðsgreinara hjá Sydbank er Novo Nordisk nú tann 19. mest virðismikla fyritøkan í heiminum. Vitandi hvussu stórar aðrar heilivágsfyritøkur eru, so er Novo Nordisk nú tann næststørsta av sínum slag í heiminum. Bara amerikanska heilivágsfyritøkan Johnson & Johnson er størri.
Stjóri og nevndarformaður í Novo Nordisk
Danska fyritøkan er størri enn fyritøkur sum McDonald, Nike og Coca-Cola í marknaðarvirði.
Novo Nordisk hevur stórar vónir til úrslitið í ár hetta ikki minst orsakað av stóru undirtøkuni fyri nýggja klænkiheilivágnum Wegovy. Fyritøkan væntaði í februar ein vøkstur uppá millum 13 og 19% samanborið við 2022. Nú verður roknað við einum úrsliti, sum liggur 24 til 30% hægri.
Nevndarformaðurin í Novo Nordisk er fyrrverandi stjórin í Statoil, Helge Lund. Hann er eisini nevndarformaður í enn eini risafyritøkuni, BP. Sami Helge Lund er í dag eisini nevndarlimur í føroyska felagnum Tjaldur, har Rúni M. Hansen er nevndarformaður. Rúni Hansen og Helge Lund komu at kennast, tá fuglfirðingum var partur av leiðsluni í Statoil tey árini norska felagið gekk á odda í leitingini eftir olju og gassi í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald