Í gjár gav Bárður Johannesen út sítt nýggjasta staklag.
Lagið, ið kann hoyrast við at trýsta á pílin omanfyri, ber heitið "Nowhere" og er tikið upp við strúkaraorkestrinum Fames.
Lagið er skrivað um korona, sum hevur ávirkað allan heimin hesa seinastu tíðina. "Nowehere" er tøkt á Spotify og øðrum tænastum.
Eftir ætlan fer Bárður Johannesen at geva út fleiri løg í 2020.
Um "Nowhere"
Orð og lag: Bárður Johannesen
Lagt sangin til rættis: Bárður Johannesen
Allir Strúkarar tiknir upp í studio hjá Fames Project - Orchestral Music Recording
Hans Poulsen: Bass, akk-. og el guitars
Bárður Johannesen: Vokal, kór, piano
Brandur Jacobsen: Trummur
Hans Poulsen: Ljóðblandað og ljóðmastrað
Framleitt og arrangerað av Hans Poulsen og Bárður Johannesen
Tikið upp í INTROVERS STUDIO og HUGSTUDIO
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald