Uttanlands

NRK fer at deila færri tíðindi á Facebook

Samrøðan á Facebook hevur avmarkað virði, sigur tíðindaredaktørurin hjá norska kringvarpinum

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2022-05-23 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norska kringvarpið NRK fer nú at deila nógv minni tíðindatilfar á Facebook. 1. juni verður Facebooksíðan hjá miðlinum, "NRK Nyheter", sum hevur yvir 520.000 fylgjarar, strikað.

Tíðindaredaktørurin hjá NRK, Espen Olsen Langfeldt sigur við norsku tíðindastovuna NTB, at fólkaræðisliga samrøðan á Facebook hevur avmarkað virði, og er ivasamt, um viðmerkingarnar á Facebook geva nakað jaligt ískoyti til norska samfelagið.

Samrøðan millum lesarar og hyggjarar er ov týdningarmikil til, at hon kann latast algoritmum í Palo Alto, sigur hann og sipar til staðið, har Facebookstovnarin, Mark Zuckerberg býr.

Ein onnur orsøk til avgerðina er, at tað krevur nógva orku at halda eyga við kjaktráðnum.

Lagt verður afturat, at tíðindatilfar frá NRK framvegis verður deilt á Facebooksíðuni, sum bert eitur "NRK", men tað verður avmarkað, hvussu nógv verður deilt har. Upplýst verður ikki, um NRK ætlar at droppa Facebook fullkomiliga. NRK hevur longu avmarkað møguleikanum at viðmerkja tilfarið á Facebooksíðuni "NRK Nyheter", og verður í staðin heitt á fólk um at viðmerkja tíðindasøgurnar á heimasíðuni.

Farna heyst boðaði norska dátueftirlitið frá, at tað ikki vildi samskifta gjøgnum eina Facebook-síðu, tí tað var mett at vera "ov hættisligt". Heilt nágreiniliga varð sagt, at "viðgerðin av persónsupplýsingum er ein ov stórur váði fyri rættindini og frælsið hjá brúkaranum", skrivar Ritzau.

Eisini metti norska dátueftirlitið, at tað við at hava eina Facebooksíðu ikki kundi liva upp til krøvini hjá ES um dátuvernd í mun til persónsupplýsingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder