Uttanlands

Nú ætla tey at geva eitt fjórða prik í Ísrael

Myndugleikarnir í Ísrael, har 45 prosent av fólkinum hava fingið trý prik, stúra fyri spjaðingini av nýggja omikron-frábrigdinum, og verður tí mælt til at geva eldru borgarum fjórða prikið sum skjótast

Ein maður verður koppsettur í Jerusalem (Mynd: EPA)

Ein maður verður koppsettur í Jerusalem (Mynd: EPA)

2021-12-22 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin boðaðu tey í Ísrael frá, at landið fór í holt við at bjóða borgarum eitt fjórða prik fyri koronu. Hetta tilboðið er galdandi fyri borgarar yvir 60 ár.

Orsøkin er, at myndugleikarnir stúra fyri spjaðingini av nýggja omikron-frábrigdinum.

Tað er ein serfrøðinganevnd hjá ísraelska heilsumálaráðnum, sum hevur avgjørt at viðmæla eitt fjórða prik, og hesum tekur forsætisráðharrin í Ísrael, Naftali Bennett, undir við. Hann heldur, at hetta fer at hjálpa við at fáa bilbugt við omikronbylgjuni, sum spjaðir seg um allan heimin.

Sambært Ritzau manglar tilmælið um fjórðu koppsetingina enn at verða góðkent av ovastu embætisfólkunum í Ísraelska heilsumálaráðnum, men kortini mælir Naftali Bennett til, at fólk fáa prikið skjótast gjørligt.

Í Ísrael eru í minsta lagi 340 aktivir tilburðir við omikron-frábrigdinum, og týsdagin skrásetti landið eisini fyrsta andlátið í sambandi við omikron.

Sjúkrahúsið, har sjúklingurin var innlagdur, upplýsir tó, at talan var um ein mann í 60unum, sum andaðist mánadagin eftir at hava verið innlagdur á koronudeildini í tvær vikur. Hann hevði aðrar sjúkur frammanundan, og var tað í høvuðsheitinum hesum, sum hann doyði av, og ikki koronu.

Sambært Our World in Data eru 45,2 prosent av Ísraelska fólkinum koppsett tríggjar ferðir fyri koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder