Navnið á varskógvaranum, sum avdúkaði eina telefonsamrøðu millum Trump og ukrainska forsetan, sum síðani varð orsøkin til, at amerikanski forsetin nú skal fyri ein ríkisrætt, er eingin loyna í Washington.
Kortini hevur tað vakt ans, at Donald Trump nú sjálvur hevur endurgivið navnið á varskógvaranum á Twitter. Hann hevur nevniliga deilt eina dagføring hjá einum av sínum viðhaldsfólkum, har navnið verður nevnt.
Fleiri konservativir miðlar hava fyrr endurgivið navnið á einum manni, sum skal eitast at vera tann varskógvarin, sum kom við upplýsingum í Ukraina-málinum. Ein rúgva av viðhaldsfólki hjá Trump, m.o. sonur hansara, Donald Trump Jr. hava eisini endurgivið navnið.
Aðrir miðlar hava tó noktað at endurgeva navnið á varskógvaranum. Orsøkin er, sambært TV2, at hann hevur krav uppá at vera dulnevndur, tí tað er endamálið við varskógvaraskipanini, at starvsfólk skulu vera før fyri at boða frá ólógligum virksemi uttan at tey noyðast at traðka alment fram.
Stóru sosialu miðlarnir eru heldur ikki samdir í málinum. Eitt nú hava Facebook og YouTube boðað frá, at tey fara at strika alt tilfar, sum nevnir navnið á varskógvaranum ella vísir eina mynd av honum. Tað hevur Twitter tó ikki gjørt.
Mark Zaid, sakførari hjá varskógvaranum, sigur sambært CNN, at tað ikki gagnar politisku skipanini, at mann ignorerar rættindini hjá varskógvarum.
- Eg eri vísur í, at republikanar vilja hava varskógvarar í næsta demokratiska stýrinum, nær tað so enn verður. Men har verða ikki nógvir av teimum, tá mann heldur áfram við at leggja eftir lógini, sum tryggjar varskógvaraskipanina, sigur hann.
Maðurin, sum skal eitast at vera varskógvarin er ein serfrøðingur innan Eysturevropa, sum arbeiðir hjá CIA, og sum hevur arbeitt í Hvítu Húsunum undir Barack Obama og eitt stutt tíðarskeið undir Donald Trump.
Maðurin hevði fingið upplýsingar um telefonsamrøðuna millum Trump og forsetan í Ukraina, og hevði hann ta fatan, at amerikanski forsetin royndi at leggja trýst á ukrainska forsetan fyri at fáa hann at geva sær upplýsingar um Joe Biden, sum í løtuni roynir at gerast forsetavalevni hjá demokratunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald