Innanlands

Nú ber aftur til at bíleggja tíð til koppseting

Ein sending við uml. 6.800 skamtum frá Pfizer/BioNTech kemur til landið í dag – Sjúkrahúsverkið metir, at slakur helmingurin verður brúktur til endurkoppsetingar

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-05-19 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur steðgur verið í koppsetingini fyri koronu á sjúkrahúsunum í Føroyum, men í dag kemur nýggj sending av koppingarevni, og latið er upp fyri fleiri tíðum til koppseting, boðar Landssjúkrahúsið frá.

Í sendingini, sum kemur til landið í dag eru fimm bakkar við koppingarevni frá Pfizer/BioNTech. Talan er um uml. 6.800 skamtar tilsamans.

Sjúkrahúsverkið metir, at slakur helmingurin av koppingarevninum verður brúktur til endurkoppsetingar.

Enn eru tað tey í aldursbólkinum 45 ár og eldri, sum kunnu bíleggja tíð til koppseting. Tað verður gjørt umvegis corona.fo.

36 prosent av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 14,7 prosent eru liðugt koppsett, vísa seinastu hagtølini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder