Nú ber aftur til at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn.
Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tórshavnar býráð heitir á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá kommununi.
Freistin at senda inn umsók er mikudagin 1. apíl. Fundur verður í grunninum í mai, og tá verður avgerð tikin um, hvør fær stuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald