Innanlands

Nú ber eisini til at vera nevndarforkvinna í Tórshavnar býráði

Býráðið samtykti málið hóskvøldið

2025-01-31 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at broyta starvsheitið nevndarformaður til nevndarforfólk. Tað merkir, at almennu starvsheitini kunnu vera ávikavist forkvinna og formaður.  

Málið varð viðgjørt eftir at Elsa Berg, borgarstjóri, hevði skotið upp at broyta starvsheitini í kommunustýrisskipanini. Málið varð samtykt við átta atkvøðum fyri, fimm ímóti og ongari blankari atkvøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder