
Ert tú 18 ár ella eldri, og er tað í minsta lagi gingnir seks mánaðir síðan aðru koppseting, ber til at bóka tíð til triðja prik.
Í eina tíð hevur borið til at fingið triðja prikið, tá skipað hevur verið fyri støkk-inn koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum, og nú kunnu fólk eisini bíleggja tíð til triðja pik. Sjúkrahúsverkið boðar nevniliga frá, at, neyðugu tillagingar nú eru gjørdar í bókingarskipanini.
Fleiri enn 5.200 føroyingar høvdu í gjár fingið triðja prikið.
Fólk kunnu bíleggja tíð á korona.fo, og meira kunning sæst her undir "koppseting. Eru trupulleikar við at bóka sær tíð ber til at skriva á [email protected], verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald