![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Frá í dag av ber til at fara inn á kommunuskrivstovu sína og greiða atkvøðu til komandi kommunuval við brævatkvøðu. Kommunuval verður um júst fýra mánaðir, 10. november.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið boðar í dag frá, at veljarar, sum ætla at velja, men sum valdagin ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum at greiða atkvøðu, kunnu taka lut í valinum við at greiða atkvøðu við brævi.
Frá í dag at at rokna kunnu sjófólk og onnur, sum ikki vænta at vera heima valdagin, og veljarar, ið eru staddir uttanlands, greiða atkvøðu við brævi.
Í øðrum førum kann atkvøðuseðilin fyllast út í fyrsta lagi eina viku undan valdegnum, t.e. frá týsdegnum 3. november. Um kommuna, sendistova, reiðarí ella onnur hava tørv á brævatkvøðutilfari kann hetta fáast við at senda Umhvørvis- og vinnumálaráðnum teldupost.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald