Uttanlands

Nú ber til at fáa Sólblómusnór í Kastrup

Sólblómusnórurin er fyri tey, ið kunnu og ynskja at ferðast sjálvi, men sum hava eitt ósjónligt brek ella eina fjalda diagnosu. Hann kann hjálpa við at gera túrin gjøgnum flogvøllin lættari

2020-01-09 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um tú hevur eitt ósjónligt brek ella eina fjalda diagnosu, sum kann gera túrin gjøgnum flogvøllin til eina størri avbjóðing enn annars, kanst tú nú bera “sólblómusnórin” (solsikkesnoren) í Kastrup. Hetta skrivar Sinnisbati á heimasíðu sínari

Hesin er ætlaður til tann, sum kann og ynskir at ferðast sjálvur. Snórurin gevur tekin til starvsfólk á flogvøllinum í Keypmannahavn, at ein persónur møguliga hava tørv á eyka tíð, tolsemi ella at onnur atlit skulu takast. Starvsfólkini spyrja ikki hvørja diagnosu ella brek ein hevur, men tey spyrja heilt víst hvussu tey best kunnu hjálpa.

Snórurin er fyri persónar, sum hava ADHD, angist, autismu, alzheimers, eru orðablind, hava gikt ella aðrar diagnosur sum kunnu gera túrin gjøgnum flogvøllun torføran.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder