Árliga ólavsøkuframsýningin, ið Listafelagið skipar fyri, verður aftur í ár. Sýningin verður sum vant í Listasavni Føroya, og hon letur upp 28. juli kl. 15.00.
Krúnan á Verkið
Til ber hjá øllum áhugaðum at senda verk inn til sýningina. Hetta boðar Listasavn Føroya frá, ið samstundis boðar frá, at evnið í ár er tann globala støðan, sum vit, eins og allur heimurin, eru komin í: Hendan tíðin sum ofta verður nevnd: "í hesum Koronutíðum":
- Áhugavert hevði verið at sæð, hvat listafólk arbeiða við í hesum døgum, eisini sum eitt slag av dokumentatión fyri tíðarskeiðið.
Listasavn Føroya boðar frá, at tveir háttir eru fyri at lata verk inn:
Talgild:
Tey sum lata inn talgilt skulu saman við myndum av verkunum senda ein lista til
[email protected] áðrenn 16. juli 2020.
Ikki talgild:
Til ber at koma við verkum tann 15. juli kl. 12:00-17:00 við inngongd til Verkstaðið á Listasavninum (Ikki kafeina)
Framsýndingin verður opin í vanligu savnstíðini fram til tann 16. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald