Innanlands

Nú ber til at lesa til byggifrøðing í Føroyum

Glasir hevur gjørt samstarvsavtalu við VIA University í Horsens, og tey, sum hava tikið byggitøkni kunnu nú søkja um at halda fram á byggifrøðiútbúgvingini, sum byrjar í januar

Mynd: Glasir

Mynd: Glasir

2019-11-13 17:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til at lesa til byggifrøðing á Glasi.

Í nógv ár hevur verið møguligt at lisið til byggitøkning í Havn – fyrst á Tekniska Skúla, og síðani á Glasi. Hendan útbúgvingin gevur atgongd til framhaldandi lestur til byggifrøðing, og nú ber til at taka alla byggifrøðiútbúgvingina í Føroyum.

Á sumri í 2018 varð boðað frá, at Glasir arbeiddi við møguleikanum at fáa alla byggifrøðiútbúgvingina tøka á Glasi. Glasir fekk tá formligt loyvi frá Mentamálaráðnum at byrja útbúgvingina við tí treyt, at ein avtala fekst í lag við útlendskan stovn, sum kundi tryggja útbúgvingina.

Glasir hevur nú gjørt samstarvsavtalu við VIA University í Horsens fyri at tryggja, at útbúgvingin verður á sama støði sum í okkara grannalondum, og sostatt kunnu tey, sum hava tikið byggitøkni frammanundan søkja um at halda fram á byggifrøðiútbúgvingini í januar, skrivar heimasíðan hjá Glasi.

Útbúgvingin er ein professiónsbachelorútbúgving, sum samanlagt tekur trý og eitt hálvt ár.

Lesandi, sum hava tikið byggitøkniútbúgvingina frammanundan, kunnu nú søkja um at taka restina byggifrøðiútbúgvingini við at seta seg í samband við Hægri Nám á Glasi. Undirvísingin byrjar í januar mánað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder