2020-07-24 17:00
Í farnu viku boðaði Tórshavnar kommuna frá, at 52 grannaløg í kommununi høvdu fingið stuðul at halda ólavsøku.
Nú ber til at síggja, hvørji grannaløg talan er um, og hvussu hesi ætla at brúka stuðulin. Tað sæst her.
Á skránni verður m.a. útispøl, hoppiborgir, loppumarknaður, tónleikaframførslur og grillhugni.
Tórshavnar kommuna kemur í hesum sambandi við einari áminning um at halda almennu tilmælini um reinføri og frástøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald