Í kvøld verður møguleiki at síggja fyrsta part av donsku sendirøðini um læknastríðið í Klaksvík, sum hevur fyrrverandi forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, sum vert.
Sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya hevur sendingina á skrá klokkan 20 í kvøld, samstundis, sum hon eisini verður send á DR2.
Men longu nú er møguleiki at síggja allar fýra partarnar á netvarpinum hjá Danmarks Radio
Fyrsti partur í sendirøðini kallast “Klaksviksstriden: Nazilægen – helt eller forræder”, og hinir partarnir hava hesi heiti: “Lægestrid – eller opgør med Danmark”, “Bomber og krigsskibe” og “Oprørere eller helte”.
Læknastríðið í Klaksvík var stórhending tá í 1955, tá ófriður uppstóð í Klaksvík, tá danska læknafelagið kravdi at læknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Olaf Halvorsen, varð koyrdur frá orsaka av fortíð síni sum nasistur undir krígnum.
Danska kravið kyndi eisini upp undir sjálvstýrisstríðið í Føroyum, og sambært tíðindaskrivi frá DR, hevur tað ongantíð hvørki undan ella síðan verið so tætt við at gerast borgarakríggj í ríkisfelagsskapinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald