Mentan

Nú ber til at síggja skránna fyri Vestmannadagar

Í døgunum 6. til 12. september verður skipað fyri Vestmannadagar fyri áttandu ferð, og skipað verður m.a. fyri rokkkonsert, fyrilestrum, og framsýningum

(Mynd: Vestmanna.fo)

(Mynd: Vestmanna.fo)

2021-08-28 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 6. til 12. september verður skipað fyri Vestmannadagar fyri áttandu ferð, og nú ber til at síggja skránna fyri hesi mentanarviku.

Skipað verður m.a. fyri fyrilestri, áhugaverdum gongutúri við frásøgufólki, lista- og søguligum framsýningum, verkstøðum, grill og kappingum. Eisini verður tónleikur á skránni fleiri av kvøldunum.

Leygardagurin byrjar, sum vant, við morgunmati í høllini, og seinnapartin verður skipað fyri tiltøkum. Leygarkvøldið endar við einum braki av einari rokkkonsert við kenda íslendska bólkinum Dúndurfrettir og føroysku Hamradun, Deiggj, MC-Hár og lokala orkestrinum, Brim.

Sunnudagin verður standmyndin av Ólavi á Heygum avdúkað, og í hesum sambandi skipar SEV fyri áhugaverdum tiltøkum, skrivar Vestmanna kommuna.

Skráin verður borin út til øll húsarhald í Vestmanna, men skráin kann eisini síggjast á heimasíðuni hjá kommununi her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder