Innanlands

Nú ber til at søkja inn á miðnám ella yrkisútbúgving

Umsóknarfreistin til bæði miðnám og yrkisnám er um ein mánað, 15. mars

2024-02-15 20:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er møguligt at søkja inn á miðnám og yrkisútbúgving til komandi skúlaár. Innskrivingin er tøk á heimasíðuni innskriving.fo, har søkjast kann um upptøku við talgildum umsóknarblaði. 

Ein gymnasial miðnámsútbúgving tekur vanliga trý ár, og gevur tær førleikar til framhaldslestur á hægri lærustovni í Føroyum ella uttanlands. Ein yrkisútbúgving tekur vanliga fýra ár, har meginparturin av læruni fer fram á einum virki, og umleið ein fjórðingur av tíðini er skúlagongd. Við eini yrkisútbúgving verður tú til reiðar at arbeiða sum faklærdur.

Útbúgvingartilboðini eru mong, og tí kann vera torført at velja útbúgving. Fyri at gera tað lættari at velja útbúgving, er ein kunningarfaldari gjørdir um yrkis- og miðnámsútbúgvingar í 2024. Faldarin verður serliga útflýggjaður til 9. og 10. floksnæmingar, men hann er eisini talgildur og tøkur á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni. Har ber eisini til at síggja meira um kunningartiltøkini, sum Miðnámsskúlar skipa í næstum kring landið. 

Umsóknarfreistin til miðnám og yrkisnám er 15. mars 2024. Vegleiðing til innskrivingina sæst her. Meira fæst at vita um yrkisútbúgvingar og Yrkisdepilin á yrkisdepilin.fo

Undirvísingarstýrið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder