Innanlands

Nú ber til at søkja stuðul til burðardygga menning í norðurlondum

Endamálið er at fremja visjón 2030 um, at Norðurlond skulu vera heimsins burðardyggasta øki við at íverkseta Samstarvsætlan fyri Umhvørvi og Veðurlag 2019-2024 – Freistin at søkja er 24. mai

2022-05-01 15:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umhvørvisstovan: Nú ber til at søkja fígging til verkætlanir í 2023, sum snúgva yvirskipað seg um burðardygga nýtslu av náttúru og at steðga missinum av lívmargfeldi umframt fyribyrging av og tillaging til veðurlagsbroytingar frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum undir Umhvørvis- og veðurlagssamstavinum hjá Norðurlanda ráðharraráðnum.

Endamálið er at fremja visjón 2030 um, at Norðurlond skulu vera heimsins burðardyggasta øki við at íverkseta Samstarvsætlan fyri Umhvørvi og Veðurlag 2019-2024.

Søkjast kann um stuðul innan hesi evni:

  • Lívmargfeldi
  • Hav og strond
  • Umhvørvi og luft
  • Kemikaliu

Stuðul verður latin á hvørjum ári. Treyt fyri fígging frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum er millum annað, at verkætlanin hevur norðurlendskan áhuga og luttøku úr í minsta lagi trimum Norðurlondum.

Evstamark at søkja um fígging er týsdagin 24. mai 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder