Innanlands

Nú ber til at søkja stuðul til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaði

Tríggjar milliónir verða settar av til smærri kanningarverkætlanir, og sjey milliónir verða settar av til granskingarverkætlanir – Peningurin kemur úr Frítíðargrunninum

(Mynd: Shutterstock)

(Mynd: Shutterstock)

2022-09-17 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til at søkja stuðul frá Granskingarráðnum til smærri kanningar og til granskingarverkætlanir, sum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin í Føroyum.

Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera verkætlanir, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum, skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.

Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um kanningar og gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.

Við broytingini í frítíðarlógini í vár varð gjørt av at avtaka Frítíðargrunnin og lata fæ grunsins, ið er 10 milliónir krónur, til Granskingarráðið at umsita. Peningurin skal brúkast til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum sambært reglugerð, sum landsstýrismaðurin í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum hevur gjørt.

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur gjørt av, at tríggjar milliónir verða settar av til smærri kanningarverkætlanir, sum áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til. Søkjast kann um millum 100.000 og 300.000 krónur. 

Umsóknarfreist verður í fyrsta umfari tvær ferðir um árið – 1. nov. og 1. mai. Faknevndin viðger umsóknirnar á fundi í seinnu helvt av mai og fyrst í desember, skrivar Granskingarráðið.

Hinar sjey milliónirnar verða settar av til granskingarverkætlanir. Granskarar kunnu søkja saman við granskingarstovnum í Føroyum. Freistin verður tann sama sum til stuðul til gransking – 15. februar, og krøvini tey somu generelt, undantikið sjálvt fakliga økið, sum verður orðað við støði í reglugerðini.

Meira kann lesast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder