Mentan

Nú ber til at søkja stuðul til mentanartiltøk í Klaksvíkar kommunu

Tiltøkini, sum fáa stuðul, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkininum í víðari meining, sigur Klaksvíkar kommuna – freistin at søkja er 28. apríl

Klaksvík (Savnsmynd)

Klaksvík (Savnsmynd)

2020-03-21 17:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er Grunnur mentanartiltøk aftur á skrá.

Ein og hvør, ið hevur eitt áhugavert hugskot um tiltak at fremja innan mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu í ár kann nú søkja um stuðul, skrivar kommunan á heimasíðu sína.

Tiltøkini, sum fáa stuðul, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkininum í víðari meining.

Umsóknir um stuðul skulu vera inni í seinasta lagi týsdagin 28. apríl, og síðani verða tær viðgjørdar á fundi í Mentanarnevndini.

Fæið er 200.000 krónur.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder