2020-12-25 19:37

Tey sum ætla at skipa fyri nýggjársbáli skulu venda sær til kommununa og biðja um loyvi til hetta.
Tórshavnar kommuna boðar frá, at søkjast skal umvegis talgildu skipanina hjá sløkkliðnum, og at umsóknin skal vera Sløkkiliðnum í hendi áðrenn 31. desember á middegi.
Treytirnar fyri at fáa loyvi eru millum annað at bara reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður brendur, at støddin á málinum í mesta lagi er tríggjar metrar í tvørmáti og tveir metrar í hædd. Bál sum eru størri enn hetta skulu góðkennast frammanundan.
Eisini skal veðrið vera til vildar, og vindferðin skal vera í mesta lagi 15 metrar um sekundið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald