Innanlands

Nú ber til at søkja um stuðul til umhvørvisverndartiltøk

Á fíggjarlógini fyri 2024 eru 900.000 kr. settar av til at stuðla umhvørvisverndartiltøkum

2024-02-26 17:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Endamálið er, sambært Umhvørvismálaráðnum, at menna vitanina um náttúru og umhvørvi, at fyribyrgja og avmarka dálking, skipa verju av djóra- og plantusløgum og landsløgum, umframt at kunna um náttúru- og umhvørvisviðurskifti og stuðla undir orkusparandi tiltøkum.

Til ber hjá  einstaklingum, virkjum, feløgum og  kommunum at søkja um stuðul.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað.

Sí: Umsóknarblað og reglugerð.

Freistin at søkja um stuðul er 12. mars 2024

Umsóknir skulu sendast til teldupost [email protected]


Kelda: Umhvørvismálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder