2021-01-08 10:11

Nú ber til at søkja um stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar.
Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin, sum er á 1,1 mió. krónur, verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning, skrivar Umhvørvis- og vinnumálaráðið.
Á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum ber til at taka niður umsóknarblað, sum skal brúkast til at søkja um stuðul, og har ber eisini til at síggja reglugerðina.
Umsóknir skulu sendast til Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Gongin 7, 100 Tórshavn ella til [email protected].
Freistin at søkja um stuðul er 1. februar 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald