2022-01-13 20:11

Nú ber til at søkja um stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar. Tað boðar Umhvørvis- og vinnumálaráðið frá.
Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin, sum er 1,1 milliónir krónur, verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning.
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað, sum fæst á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, og freistin at søkja um stuðul er 1. februar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald