Innanlands

Nú ber til at taka eina fulla bachelorútbúgving í listaligum arbeiði

Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum er nú góðkend sum BA-útbúgving – Eitt ár verður lagt afturat verandi diplomútbúgvingini, sum byrjaði í fjør

2020-10-02 13:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð ber nú til at taka eina fulla listaliga útbúgving á BA-stigi í Føroyum.

Í summar góðkendi Uttanríkis- og mentamálaráðið nevniliga útbúgvingina í listaligum arbeiði hjá Setrinum sum eina fulla bachelorútbúgving.

Útbúgvingin byrjaði í fjør sum ein tveyára diplomútbúgving á BA-stigi. Ætlanin var frá byrjan, at arbeiðast skuldi við at leggja eitt ár afturat, so útbúgvingin gjørdist ein rættilig BA. Tvær leiðir eru á útbúgvingini, ritlist og tónlist. Undirvísarar eru akademikarar og listafólk.

Tað triðja árið, sum nú verður lagt afturat útbúgvingini, fara tey lesandi í fyrru hálvu uttanlands á annan hægri lærustovn. Avtalur eru fingnar í lag við stovnar í Íslandi og Danmark. Seinnu hálvu arbeiða tey við BA-verkætlan og fáa skeið í, hvussu tey sjálvstøðugt kunnu seta í verk egið listaligt virksemi. Eftir loknan lestur kunnu tey antin søkja inn á MA-útbúgvingar uttanlands ella halda fram við egnum listaligum arbeiði, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum.

Breið politisk raðfesting

Tað var Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum á tingi tók stig til at seta pengar av til eina listaliga útbúgving á hægri stigi í Føroyum. Fróðskaparsetrið fór undir fyrireikingarnar, og Rigmor Dam, táverandi landsstýriskvinna úr Javnaðarflokkinum, góðkendi, at útbúgvingin kundi byrja í 2019.

Nú hevur Jenis av Rana, núverandi landsstýrismaður úr Miðflokkinum, góðkent, at útbúgvingin verður uppstigað til eina fulla BA. Gongdin vísir, at tað er ein politisk raðfesting tvørtur um floksmørk, at ung í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útbúgva seg listaliga, skrivar Setrið.

Fyri fyrst eru leiðirnar tvær, men við tíðini kunnu aðrar leiðir leggjast afturat, so t.d. ritlist og tónlist verða bodnar út eitt árið, myndlist eitt annað o.s.fr.

Tikið verður upp til útbúgvingina aftur í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder