Í næstum byrja sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum aftur.
Tað eru 15 fakfeløg, sum skulu til samráðingar, nú sáttmáli teirra fer úr gildi 1. oktober.
Í síðsta skeiði vórðu gjørdir bæði tvey- og trý-ára sáttmálar, og hjá 12 fakfeløgum, fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1. oktober næsta ár, tí teir eru galdandi í trý ár, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini við Kringvarpið.
Samráðingarnar, sum væntandi byrja í næstu viku ella fyrst í aðru viku, hava verið seinkaðar, tí val hevur verið, og Føroyar hevur fingið nýtt landsstýri.
Einki mál er sett fyri, nær samráðingarnar skulu vera lidnar, tí at tær taka ta tíð, tær taka, sigur stjórin á lønardeildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald