Innanlands

Nú er aftur grønt á Ovara vølli

Arbeiðið verður væntandi endaliga liðugt um eina viku ella so, boðar Tórshavnar kommuna frá

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2021-05-18 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur gingið skjótt og væl at leggja nýtt graslíki á í Gundadali, og nú er aftur grønt á Ovara vølli.

Hetta skrivar Tórshavnar kommunu á heimasíðu sínari.

Arbeiðið at skifta graslíki aftur á Ovara vølli fór í gongd fríggjadagin 7. mai, og alt verður væntandi endaliga liðugt um eina viku ella so.

Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF. Veitari er Metatron ehf. Nýggja graslíkið, ið nú er lagt á Ovara vøll, er av merkinum Polytan.

Les eisini: Nú verður graslíki á Ovara vølli aftur skift

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder