Uttanlands

Nú er aftur møguleiki hjá Löfven at skipa stjórn

Hann hevur ikki longur meiriluta ímóti sær í Ríkisdegnum

Andreas Norlén, formaður í Ríkisdegnum, saman við Stefan Löfven (Mynd: EPA)

Andreas Norlén, formaður í Ríkisdegnum, saman við Stefan Löfven (Mynd: EPA)

2021-07-05 15:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leiðarin fyri Centerpartiet í Svøríki, Annie Lööf, boðaði í dag frá, at hon ikki hevur ætlanir um at atkvøða ímóti fyrrverandi forsætisráðharranum, Stefan Löfven, aftur gerst forsætisráðharri.

Stjórnarkreppa hevur verið í Svøríki eftir at sosialdemokratarnir løgdu frá sær, men nú er tað aftur Löfven, sum hevur fingið uppgávuna at finna ein stjórnarmeiriluta.

Fyri at fáa meiriluta í Ríkisdegnum krevst, at stuðulsflokkarnir, Centerpartiet og Vensterpartiet, ikki seta seg ímóti stjórnini.

Og í dag hevur leiðslan fyri Centerpartiet so gjørt av, at flokkurin ikki fer at greiða atkvøðu tá tað kemur til atkvøðugreiðslu um eina nýggja stjórn við Löfven á odda.

Treytin er tó, at sosialdemokratarnir ganga nøkrum krøvum hjá senterflokkinum á møti.

Harvið hevur fyrrverandi stjórnarsamgongan nú aftur ein meiriluta á ein tingsess.

Stjórnin hjá sosialdemokratunum og Miljöpartiet varð koppað herfyri, tá sosialistiska Vänsterpartiet tók sín stuðul til stjórnina aftur. Men síðan hevur flokkurin sagt, at flokkurin framhaldandi fer at stuðla Löfven sum stjórnarleiðara, um so er at hann sleppur ætlanini um at seta í verk bústaðarleigupolitikkin, sum var orsøkin til at stjórnin missi sín stuðul.

Í dag skuldi Löfven greiða talmannen – formanninum í Ríkisdegnum – frá støðuni viðvíkjandi skipan av nýggjari stjórn. Tann fundurin hevur verið, og talmannen hevur staðfest, at grundarlag er hjá Löfven at skipa nýggja stjórn. Atkvøðugreiðsla verður um hetta mikudagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder