2021-12-17 20:35

Í gjár, hósdagin 16.12, vóru 69 koronutilburðir staðfestir í 2.689 kanningum. Tað upplýsir corona.fo í kvøld.
Tað gevur eitt positivprosent á beint yvir 2,5 og eitt smittutal á 364. Í gjár var tað 358.
Tað sum er jaligt er, at nú er bert ein persónur er innlagdur við koronu í Føroyum, og hetta er lægsta talið í nakrar vikur. Í gjár var hetta talið fimm, og harvið er fýra av teimum, sum vóru á koronudeildini, útskrivað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald